Sjeyti ára heiðurskonsert

Í samband við at tónlistamaðurin, Billy Joel rundaði tey sjeyti 9. mai í
ár, verður konsert í Føroyahúsinum leygadagin 5. oktober kl. 20.00.

Konsertin, ið er uml. 2 tímar til longdar við steðgi, er ein serstøk
Billy Joel heiðurskonsert, har fleiri av hansara kendastu og bestu løgum
verða framførd og tulkaði av føroyskum sangarum og tónleikarum.

Tey, ið tulka Billy Joel eru:
Karl Martin Samusen
Daisy Johannesen Lolk
Hans Andrias Jacobsen
Ingibjørg Hansen
Rani Nolsøe

Húsaorkestrið er mannað av:
Páll Sólstein, klaver
Jógvan Fróði Baldvinsson, bass
Eyðtór á Dalbø Gregersen, slagverk
Rani Nolsøe, gittar