#STOPSTALKING

Fyrilestur um tráeltan (stalking) við høvundanum og fyrilestrahaldaranum, Eydis Dali, mikukvøldið 06.10.21 kl. 20.00

Fyrilesturin #StopStalking snýr seg fyrst og fremst um tráeltan/stalking. Eydis sigur frá, hvat tráletan veruliga er, sett saman við hennara egnu royndir sum offur fyri tráeltan.

Endamálið hjá Eydis er at varpa ljós á fyribrigdið, stalking ella tráeltan og at kunnað um, hvørjar avleiðingar brotsgerðin hevur, og hvar ein kann leita sær hjálp, tá ein er fyri tráeltan.

Eydis greiður frá, hvussu hon bardi seg úr fastatøkum tráeltarans og um, hvussu hon megnaði at venda hesa ræðuligu uppliving til eina mennandi uppliving og søgu.

Harumframt er hennara vón, at hon við fyrilestrinum kann geva øðrum íblástur til at venda eini ræðuuppliving í lívi teirra til nakað jaligt. “Tað kann vera einsligt at vera offur fyri tráeltan, men tú er ikki eina”, sigur Eydis Dali.

Tiltakið er samstarv millum Føroyahúsið, Kvinnufelagið í Keypmannahavn og Eydis Dali.

Kafein verður opin.

Kostnaður 50 kr.

Til ber at gjalda við dyrnar.