Upplestur og prát við Nauju Lynge 26.05.21 kl. 20.00.

Upplestur og prát við høvundan, Nauju Lynge um bókina, Opgangen, mikukvøldið 26.05.21 kl. 20.00.
Skaldsøgan Opgangen (2021), ið er skrivað av grønlendsku/donsku, Nauju Lynge, snýr seg um gørnlendsku Elisu, ið er flutt til Onglands fyri at sleppa undan einstáttaðu fatanini av menniskjum og mentan í Danmark. Tá hon móti sínum huga kemur til Danmarkar, hittur hon føroysku Solveig á Christianshavn.
Kvinnurnar verða óviljaðar partur av ógvusligari hending, tá ein ungur grønlendskur maður doyr, og tá løgreglan sambært Elisu og Solveig ikki handfer støðuna í nóg stórum álvara. Djypri tjóðfrøðiligir (etniskir) tvídráttir kyknað í skaldsøguni, ið slær frá sær til høgru og vinstru, eftir høgum og lágum í mun til teir fordómar, ið framhaldandi hava fastatøkur og sleppa at trívast.
So verður skrivað um bókin:
“Elise er grønlænder, men skjuler det. Hun er altid iført makeup og stiletter – selv når hun går ned med skrald. Og hun er varsom med sit alkoholindtag og undgår at tale grønlandsk. Solveig er færing, men fortæller det ikke til folk. Hun bor alene, arbejder alene og siger, at hun kommer fra Kokkedal, når nogen spørger til hendes opvækst.
Elise flytter ind i den opgang på Christianshavn, hvor Solveig er vicevært, og de to holder sig først fra hinanden. Men en dag sker der noget, der tvinger dem til at beslutte, om de fortsat vil leve livet på sidelinjen.”
Opgangen er skaldsøga um teir ójavnar, grønlendarar uppliva í Danmark. Hon er ein ábreiðsla til gørnlendskar og danskar politikkarar og til tann partin av danska fólkinum, ið framvegis er við til at halda fast í neiligu einstáttaðu fatanini av grønlendska fólkinum.
Á tiltakinum fer Nauja at greiða frá bókini í bókapráti, hon fer at lesa brot úr bókini. Høvið verður til at seta Nauju spurningar og at ognað sær bókina, ið hetta kvøldið verður seld fyri 250 kr. (Vanligur prísur er 300kr)
Um Nauju Lynge:
Nauja Lynge er grønlendsk/danskur høvundi, bloggari fyri Jyllands Posten og fyrilestrahaldari, Hon er útbúgvin innan mál av lærda háskúlanum í Århus. Síðan 2003 hevur hon arbeitt við støðuni hjá grønlendarum og við ríkisfelagsskapinum, ið hon arbeiður fyri at fáa á politisku dagsskránna, eins hon hevur lagt mikla orku í at seta orð á og betra um viðurskiftini hjá minnilutum.
Rúm er fyri 40 áhoyrarum.
Koronapas og munnbind:
Fyri at luttaka er neyðugt við galdandi koronupassi, ið verður kannað av starvsfólki við hurðina. Harumframt er neyðugt at upplýsa navn og tlf. nr. í mun til møguliga smittuspaðing- og slóðan.
Tey, ið koma í bólkum ella sum pør eru vælkomin at sita saman. Einstaklingar sita við millumrúmi, ið fylgir tilmælunum frá mynduleikunum
Munnbind er krav, tá tit koma inn í húsið, og tá vit flyta okkum í húsinum.
Neyðugt er at teknað seg til tiltakið á tlf. 28 35 33 07 ella á info@fohus.dk undir heitinum, Opgangen. Í t-postinum verður tú vinarliga biðin um at upplýsa navn og tlf. nr.
Tiltakið er ókeypis