Virgar Dalsgarð: Sosialur Bilfundur

Góðu útisetar!

Okkara sociali bilfundur verður tann 8. mei.kl. 12.Vit hava valt vikuskiftið millum Dýra Biðjudag og Kristi Himmalferðardag til okkara útferð í tí idylliska Hedeland. Vit vænta eisini, at flestu luttakarar eru koppsettir ella kannaðir tá. Tiltakið verður leygardagin tann 8. mei kl. 12 í Hedeland, ið er á Tranemosevej 8 í Hedehusene, har vit væl fáa hildið ta tilmæltu koronu-frástøðuna.
Høvi verður til alskyns prát og hugna. Umboðsfólk fyri tey ymsu feløgini og FH eru við. Annars verður aftur í ár skipað fyri eini serstakari koronu-røðu, sum Bergur Jacobsen, prestur (emeritus) heldur. Fólk hava sjálvi matpakka og drekkafløsku við sær, so tað er einki luttøkugjald.Um tað regnar, verða vit sitandi í bilunum.

Eru tit hugaði, so boðið vinarliga frá luttøku skjótast til ber og í seinasta lagi 29. apríl á tlf 30364175. Har er bilpláss til teirra, sum ikki koyra sjálvi.

Øll eru sera hjartaliga vælkomin!

Virgar Dalsgarð