5. novembur: Barna- og familjutiltak við Bókaklubbanum

Bókaklubbin skipar fyri ókeypis, hugnaligum og stuttligum familjutiltaki í Føroyahúsinum í Keypmannahavn við morgunmati, søguløtu og kreativum verkstovum. Øll børn eru hjartaliga vælkomin saman við foreldrum, ommum og abbum ella øðrum avvarandi.

Vit byrja við morgunmati við føroyskum viðskera og nøkrum lesipreium til børn. Føroyski barnabókahøvundurin og myndprýðarin Jenny Kjærbo fer eisini at lesa eina søgu. Jenny hevur m.a. gjørt fittu myndabókina “Lítla kráka samlar”, sum hon fer at lesa upp.

Kl. 11.00-13.00 verða tvær kreativar verkstovur:

Tekna og seyma tína egnu pinkubók: Lena Nicolajsen er føroyskur barnabókahøvundur, myndprýðari og sniðgevi við útbúgving á Danmarks designskole. Her kanst tú læra at tekna og seyma tína egnu pinkubók.

Ruskrobottprent á toynet: Onki er ljótt ella pent, tá vit gera ruskrobottprent við Anniku Øyrabø. Annika er myndprýðari við útbúgving á Danmarks designskole. Við ymsum ruskskapum sum mjólkarpakkum, krukkum og bylgjupappi prenta vit ótrúligar og litríkar robottar á toynet. Vit brúka virðisleyst tilfar og geva tí virði við at gera tað til brúkslist. Annika hevur føroyskar røtur og skilur føroyskt.

Verkstovurnar vera samstundis, og børnini kunnu velja, hvørja tey vilja luttaka í.

Um Bókaklubban

Í Bókaklubbanum fáa børn føroyskar bøkur sendandi til dyrnar átta ferðir um árið. Bókaklubbin hevur limir kring allan heimin! Bokaklubburin hevur eitt úrval av føroyskum barnabøkum við, sum vera til sølu fyri klubbaprís. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Bókamiðsølan varða av Bókaklubbanum, og Bank Nordik og Smyril Line stuðla.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til eina kreativa, stuttliga og hugnaliga løtu!

GG! Eftir tiltakið hjá Bókaklubbanum verður kreativ verkstova við Selmu Ellingsgaard.