Tann Føroyski Jólabazarurin í Keypmannahavn

Tann Føroyski Jólabazarurin er ein sjálvstøðug eind, ið er eitt samstarv millum Kvinnufelagið, Føroyahúsið, tey ymsu føroysku feløgini og einstaklingar í og uttan fyri Keypmannahavn.

Endamálið er at savna pening til vælgerandi endamál. Alt yvirskot fer til kvinnur ig børn/ung í Føroyum, sum eru í torførum støðum. Umframt hetta stuðlar bazarurin mentunarligum tiltøkum úr Føroyum til gleði og gaman fyri føroyingar og onnur áhugaði í Keypmannahavn.

Jólabazarurin verður hildin í Føroyahúsinum í november mánaði á hvørjum ári. Á bazarinum kanst tú keypa dygdargóðar vørur so sum ymiskt føroyskt bundið, pútur, listahandverk, føroyskan mat, føroyskt øl og snaps og aðrar gloypubitar. Harafturat kanst tú hugna tær í kaféini, práta við fólk og hoyra góðan tónleik.

Ábyrgd av bazarinum hava Asley Højgaard, Katrin Nolsøe og Chirstin Plate.

Alt arbeiðið í samband við hetta verður útint av sjálvbodnum, og nógv stuðla tiltakinum við at binda, seyma ella lata lutir til jólabazarin. Kvinnur, sum í tíðarbilum búgva á Hotel Tórshavn, bæði sjúklingar og avvarðandi, hava í fleiri ár bundið til hetta tiltakið. Umframt hetta er tað ein rúgva av fólki sum, tá bazarur er, smyrja bollar, bryggja kaffi, servera, pynta hølini, pakka rullupylsu, baka drýl o.s.fr. Tónleikarar spæla og syngja ella á annan hátt stuðla tiltakinum.

Bazarurin hevur veitt stuðul til:

– Beran. “Berin” er eitt tiltak í Tórshavn ið millum annað skipar fyri sorgarbólkum fyri børn/ung og avvarðandi ið hava mist ein av sínum nærmastu.

– Deild 16 á Eirargarði í Tórshavn; til tól ið gagna búfólkunum á Eirargarði.

– Kvinnuhúsið í Tórshavn; til at fríðka um spælirúm hjá børnum.

– Leikin “Terry´sa saga” ið var framførdur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Um tú hevur hug at stuðla tann føroyska jólabazarin við at binda, seyma ella gera okkurt kreativt ella jólaligt kanst tú venda tær til:

Asley Højgaard. tlf: 20 75 47 67,  mail: asley.h@live.dk

Katrin Nolsøe. tlf: 40 62 48 18, mail: kan@ungdomsskolen.kk.dk

Chirstin Plate: tlf: 28 43 65 32, mail: plate@webspeed.dk. Bistrup Park 101. 3460 Birkerød

download (1) images (6) images (1) føroyahúsið-660x420

Tíð: Eitt vikuskifti í novembur

Stað: Føroyahúsið

Samband: Asley Højgaard. tlf: 20 75 47 67,  asley.h@live.dk

Katrin Nolsøe. tlf: 40 62 48 18, kan@ungdomsskolen.kk.dk

Chirstin Plate: tlf: 28 43 65 32, plate@webspeed.dk