Vælkomin í Føroyahúsið

Føroyahúsið er eitt mentanarhús í Keypmannahavn, sum hevur til endamáls at miðla føroyska mentan og vera eitt samkomu- og tilhaldsstað fyri føroyingar og onnur, ið hava áhuga fyri føroyskari mentan og andaligum lívi.

Føroyahúsið er karmur um fjøllbroytt virksemi. Í húsinum er millum annað sosialráðgeving, føroyskt kór, føroyskur barnaskúli, føroyskur dansibólkur. Harafturat hevur MFS, Meginfelag Føroyskra Studenta, skrivstovu í húsinum.

Eisini er ein kaffistova, ið er opin týsdag og fríggjadag frá kl. 15 til 20, umframt tá tiltøk eru. Her ber til at fáa sær ein drekkamunn, keypa sær ein bita við føroyskum viðskera og keypa føroyskan mat heim við. Kaffistovan selur eisini bøkur og fløgur, og til ber at lesa føroysku bløðini.

Føroyahúsið skipar m.a. fyri veitslum, fyrilestrum, tónleikaframførslum, mentanarkvøldum og ymiskum barnatiltøkum. Tríggjar ferðir um mánaðan er hugnakvøld við døgurða, har ofta er undirhald aftaná.

Ovasti myndugleiki fyri Føroyahúsið er umboðsráðið, ið er skipað sambært galdandi reglugerð stovnsins. Ein starvsnevnd við fimm limum umsitur dagliga raksturin av húsinum. Landsstýrið setur tveir limir, kvinnufelagið velur ein lim, og umboðsráðið velur tveir limir til starvsnevndina.

Føroyahúsið hevur ein dagligan leiðara, ið verður settur av starvsnevndini, sum eisini ger starvssáttmálan.

Stovnurin fær árliga stuðulsjáttan frá landsstýrinum, men fær eisini gávur og ískoyti frá fólki og stovnum, ið hava áhuga fyri virksemi stovnsins. Á hvørjum ári verður ársfrágreiðing og roknskapur sendur mentamálaráðnum.