11. mai: Krimiløta v. Steintór Rasmussen

Krimiløta við Steintór Rasmussen

Hóskvøldið kl.20.00 bjóðar Føroyahúsið til hugnaløtu, har Steintór Rasmussen fer at tosa um krimirøðina, Deyðin fer í bindiklubb. Sissal Kampmann prátar við virkna høvundin, sum eisini er kendur fyri at hava skrivað hópin av vælkendum føroyskum sangum.

Fólk eru sjálvandi vælkomin bæði at fregnast og siga sína hjartans hugsan um brotsmannasøgurnar. Ein góð og gátufull krimi er trupul at roknað út, og tí vil høvundurin ikki avdúka, um hann eisini fer at drepa tíðina hetta kvøldið við onkrum góðum ella giftigum sangi.

Tiltakið er ókeypis, øll eru meir enn vælkomin, kaffistovan og barrin er opin, og frá kl. 18.30 er høvi til at keypa døgverða fyri 50,-