12. apríl: 25-ára jubilæum hjá Tvørabátinum

Tvørabáturin bjóđar øllum hjartaliga vælkomin til 25 ára jubilæum í Føroyahúsinum fríggjakvøldið 12. apríl.

Kl. 18.00: Dyrnar lata upp, vit bjóða vælkomin við onkrum góðum og barrin er opin.
Kl. 19.00: Veitslan byrjar, borðreitt verđur við ræstum kjøti og súpan.

Vit skipa fyri góðum felagssangið, harmonikumaður spælir undir og sjálvandi verđur onkur tala eisini at hoyra. Seinni verður kaffi og okkurt gott aftur við.

Kostnaður fyri limir 250 kr, fyri onnur 300 kr sum gjaldast kann á MobilePay 77087 ella flytast regnr. 1551 Kontonr. 16874892 Danske Bank. Minnist til at viðmerkja navn á teimum ið luttaka.

Seinasta freist at tekna seg er 10. apríl.


OBS! Tilmelding er galdandi tá tú hevur goldið upphæddina sum skal gjaldast.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Nevndin Tvørabáturin