Kvinnufelagið borðreiður við tapas í Føroyahúsinum hóskvøldid tann 12. oktobur. Umframt tapas við ost og charcuteri, verður eisini okkurt føroyskt á matskránni. Seinni um kvøldi fer Eyðna Vidtfeldt at greiða frá føroysku bindimentanini, har útgangspunkti er mynstri í føroysku búnatroyggjuni og vit fara at syngja ein felagssang ella tveir.
SKRÁ
17.30: Dyrnar opna
18.00: Barrin letur upp
18.30: Borðreitt verður við tapas
20.00: Fyrilestur, kaffi og smákakur
21.30: Takk fyri í kvøld.
Prísur fyri limir 195 kr. Prísur fyri ikki-limir: 235 kr.
GG! Tekning í seinasta lagid 28. septembur. Tað er ”først til mølle” (avmarkad nøgd). Tekna teg á mail kvinnufelag@gmail.com. Tilmelding er galdandi, tá tú hevur goldið.
Upphæddin skal gjaldast v/tekning og á: Reg: 4190 Kontonr.: 1069608 ella MobilePay: 956941 (minst til at skriva navn)
Vit gleða okkum til at sýggja tykkum aftur! Blíðar heilsur Kvinnufelagið