2. desembur: Jólaborðhald við Kvinnufelagnum í Keypmannahavn

Kvinnufelagið skipar aftur í ár fyri einum hugnaligum og festligum jólabordhaldi leygarkvøldið 2. desembur kl. 18.00. Dyrnar lata upp kl. 17.30.

Vit bjóða lekkran og leskiligan jólamat frá okkara dugnaliga kokki. Dunna, fleskasteik, brúnkadi og hvít eplir, grønkálsalat við honningglaceraðum valnøtum, súreplum – alt vent í appelsinolju. Omná verður rís a la mande við kirsuberjasós. Seinni verður kaffimunnur við jólasmákøkum afturvið. Sjálvandi syngja vit felagssangir og kvinnufelagið skipar eisini fyri undirhaldi.

Øll eru hjartaliga vælkomin – kvinnur og menn.

Prísur fyri limir: kr. 240,- Prísur fyri onnur: kr. 275,-

Barrin er sum vanligt opin undir øllum tiltakinum og her kann keypast gott vín, øl, sodavatn (eisini sukurfrítt), Baileys og annað gott.

Tekning í seinasta lagið 22. novembur og tað er ”først til mølle” (avmarkad nøgd). Tekna teg á mail kvinnufelag@gmail.com

Tilmeldingin er galdandi, tá tú hevur goldið.

Upphæddin skal flytast til:

Reg: 4190 Kontonr.: 1069608 ella MobilePay: 956941 (minst til at viðmerkja navn títt á flytingina).

Føroyska Kvinnufelagið í Keypmannahavn