Bloody Dice vera í næstum “útgávuaktuellir” og fyri at hátiðarhalda hetta, verur skipað fyri útgávukonsert í Føroyahúsinum. Hetta verur eitt brak av eini Rock konsert, har í øll løgini frá nýggju útgávuni vera framførd og tiltakið er ókeypis. Tað verur møguleiki fyri at heilsa uppá bólkin og framleiðaran/tøkningin Flemming Rasmussen ið eisini stendur fyri ljóðinum hetta kvøldið.
Útgávan verur til keyps bæði á CD og vinyl og um ynski er at fáa sítt eintak signera, ber hetta eisini til. Eisini verur møguleiki at keypa ymist anna “merch” (t-shirts o.s.fr.) Barrin er sjálvandi eisini opin hetta kvøldi.
Dyrnar opna kl. 19.00. Konsert kl. 20.00
ÓKEYPIS ATGONGD