Tað gleðir okkum at kunngerða, at mikudagin 2. novembur kl. 13.00 byrjar nýtt tiltak í Føroyahúsinum við heitinum +60.
Sjálvboðnar eldsálir, ið vilja fremja føroyska felagsskapin í Keypmannahavn og í Danmark sum heild fyri borgarar +60, hava tikið stig til tiltakið, sum vit gleða okkum almikið til at hýsa í húsinum.
Á tiltakinum verður okkurt lætt til matna fyri einast 50 kr. Kokkanir velja dagsins matarskrá. Kaffi og te og eitthvørt søtt verður eisini at fáa. Barrin verður eisini opin.
Tiltakið verður annan hvønn mikudag frá kl. 13.00 – 17.00. Ætlanin er, umframt at leggja lunnar undir felagsskap og samveru, eisini at skipa fyri áhugaverdum tiltøkum, t.d. fyrilestrum, frásøgnum- og greiðingum, tónleiki v.m.
Øll + 60 eru hjartaliga vælkomin