21. februar: 60+

60+ tiltak

Nú er aftur útlit til ein hugnaligan mikudag, har 60+ararnir aftur talríkir hittast í Føroyahúsinum til ein góðan bita, kaffi, te, kalt frá barrini, søtt, hugnaligt prát og samveru og áhugavert innslag. Borðreitt verður við góðum breyðbita kl.13.30.

Teknað teg og tíni við at senda boð á info@fohus.dk ella ringja ella skriva smsboð á 28 35 33 07 innan týsdagin 20. februar kl. 17.00.

Kostnaður 70,- Vit taka móti MobilePay og gjaldskorti.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til eina hugnaliga løtu í Føroyahúsinum!