25. apríl: Flaggdagshald á Regensen

Flaggdagin 25. apríl skipar MFS fyri flaggdagshaldi á Regensen frá kl. 16.30. Eftir flaggdagshaldið verður møguleiki fyri at fara í Føroyahúsið, har man kann keypa sær okkurt til matna, og verða við til kviss.

Á skránni verður sangur, røða og hugni.
MFS bjóðar øl, kaffi, te og kakur. Pætur Jákupsson heldur flaggdagsrøðu.
Høvi verður eisini at vitja kamarið, har Jens Olivur Lisberg, Janus Øssurson, Emil Joensen og Pauli Dahl í 1919 evnaðu Merkið til.

Skrá:
MFS bjóðar vælkomin kl. 17.00
Sjá, tú blánar
Pætur Jákupsson heldur flaggdagsrøðu
Tú alfagra land mítt
Kaffi/te og kakur

Øll eru hjartaliga vælkomin🇫🇴🇫🇴🇫🇴