25. apríl: Flaggdagshald á Regensen

Flaggdagin, hósdag 25. apríl, skipar MFS Keypmannahavn fyri flaggdagshaldi á Regensen frá kl.16:30. Á skránni verður sangur, røða og hugni.


MFS bjóðar øl, kaffi, te og kakur.

Skrá:
– MFS bjóðar vælkomin kl.17
– Sjá, tú blánar
– Birgit Helena Dahl Hansen heldur flaggdagsrøðu
– Tú alfagra land mítt
– Kaffi/te og kakur

Øll eru hjartaliga vælkomin


Eftir haldið verður farið í Føroyahúsið, har húskokkurin borðreiður við onkrum góðum til lestrarvinarligar prísir og barrin er opin. Kl. 20.00 verður kviss, har vinningarnir, umframt heiðurin, eru úr barrini.