BÓKAFRAMLØGA: Summarið varar ikki alt árið longur eftir Katrin Ottarsdóttir.
Mikukvøldið 3. mai kl. 19.00 verður nýggja skaldsøgan hjá Katrin Ottarsdóttir løgd fram í Føroyahúsinum. Tað er skaldsøgan Summarið varar ikki alt árið longur, ið er sjálvstøðugt framhald av fyrru skaldsøgu hennara, Gentan í verðini (2020). Rættindini til nýggju skaldsøguna eru seld til danska forlagið Jensen & Dalgaard. Útgevari er forlagið Asfalt, og Mentanargrunnur Landsins hevur stuðlað útgávuni.
Kaffistovan verður opin, tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin!