8. novembur: 60+ tiltak fyri seniorer

60+

Nú er aftur útlit til ein hugnaligan mikudag, har 60+ararnir aftur talríkir hittast í Føroyahúsinum til ein góðan bita, kaffi, te, kalt frá barrini, søtt, hugnaligt prát og samveru og áhugavert innslag. Borðreitt verður við góðum breyðbita kl.13.30.

Teknað teg og tíni við at senda boð á info@fohus.dk. Til ber eisini at ringja ella skriva smsboð á 28 35 33 07 innan týsdagin 07.11.23 kl. 17.00. Kostnaður einans 60,- fyri hvønn.

Vit taka móti MobilePay og korti og gleða okkum at síggja tykkum ❤