Føroyska Listafelagið bjóðar til fernisering vid Selmu Ellingsgaard sunnudagin 11. september kl. 14-16
í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17A.
Selma Ellingsgaard er fødd í 1971 og ættað av Eiði. Hon er fyri kortum flutt niður og býr í Valby. Skapanarhugin hevur hon havt frá barnsbeini og hevur teknað og málað øll barna- og ungdómsárini. Alskurin til listina og at arbeiða við listini tók veruligt dik á seg í 2014, tá Tórshavnar Kvøldskuli skapti karmarnar og møguleikan at menna og styrkja førleikarnar.
Selma hevur so at siga ikki slept penslunum síðani. Umframt góð og gevandi kvøldskúlaskeið fleiri ár á rað, hevur Selma eisini luttikið á fleiri øðrum listaskeiðum bæði í Føroyum og Danmark. Hesi seinnu árini hevur hon havt framsýningar ymsastaðni í Føroyum umframt eisini verið við á framsýningum niðri.Íblásturin finnur hon allastaðni og alskurin til náttúruna hevur altíð fylgt henni. Bergtakandi Føroyska náttúran, ikki minst har hon sleit sínar barnaskógvar, er ótømandi kelda.
Forvitnið og hugurin at skapa gera at Selma málar bæði figurativt og meira abstrakt. Eisini hevur hon roynt seg við m.ø. fluid art og alkohol ink.
Uppvaksin í stórbærari náttúru, har vøtn, møl og fjørða vóru yndis spælipláss, er ei undir í, at blái liturin er sum ein ‘reyður’ tráður í hennara verkum.Selma hevur instagramvanga í egnum navni, har verkini verða løgd út so hvørt. Eisini hevur hon síðu á Facebook, hon kallar SEArt.Vit vóna at síggja tykkum til fernisering sunnudagin 11. septembur kl. 14-16, har vit bjóða eitt glas av víni og eitt gott prát.