HANDVERKSSTOVA Í FØROYAHÚSINUM

Hevur tú hug at sita saman við øðrum, ið eisini fáast við ymiskt handverk og listarligt arbeiði, so sum hekling, binding, tekning, máling, skriving, kollagir, prýðislutir, seyming, bregding, fotomyndum ella øðrum handverks- og listarligum arbeiði, hevur tú nú møguleikan.

Føroyahúsið verður nevniliga karmur um handverksstovu, og øll eru vælkomin at vera við.

Tak egið tilfar við.

Kaféin selur ódýrt kolbukaffi, te, øl, vín v.m. og ymiskt søtt og bjóðar annars hugnaligar umstøður at sita og arbeiða og slatra í.

Vit hittast hesi kvøldini:
Mikukvøldið 30.03.22 kl. 19.00 – 22.00
Hóskvøldið 28.04.22 kl.19.00 – 22.00
Hóskvøldið 12.05.22 kl. 19.00 – 22.00
Mikukvøldið 25.05.22 kl. 19.00 – 22.00
Hóskvøldið 09.06.22 kl. 19.00 – 22.00
Mikukvøldið 22.05.22 kl. 19.00 – 22.00