KUNNING

Góðu viðskiftafólk,

Leingi er tað, ið væl skal verða.

Kaféin í Føroyahúsinum letur upp aftur týsdagin 25.01.22.

Opið verður sum vanligt, tvs. allar gerandisdagar kl. 13.00 – 17.00.

Vegna koronuavmarkingar bíða vit við at seta td. týsdagsdøgverðar, konsertir, bingo, framsýningar, pubbkvissir osfr. á skrá, til stjørnin hevur talað.

Men vit vænta og vóna, at vit aftur kunnu halda slík tiltøk tíðliga í februar.

So skjótt, vit fáa grønt ljós at byrja at seta tiltøk á skrá aftur, og kalendarin er uppdateraður, gera vit vart við hetta á facebook- og heimasíðu okkara, so tit kunnu fylgja við í tí, sum fer fram í húsinum.

Lesibólkurin, ið er hvørt mánakvøld byrjar aftur mánakvøldið 24.01.22 kl. 19.00.

Vit fara undir at lesa um Beintu, og byrja eftir jólafrítíðina við bókini, Beinta, eftir Lydiu Laksáfoss og Magna Laksáfoss.

Magni kemur at halda fyrilestur um bókina, sunnudagin 13.02.22 kl. 16.00.

Eftir tað lesa við Barbaru eftir Jørgen Frantz Jacobsen. Øll eru vælkomin í lesibólkin.

Send ein teldupost á info@fohus.dk ella ring á 28 35 33 07 fyri nærri kunning ella tilmeldan.

Kórið er byrjað at venja, eins móðirmálsfrálæran fyri børn eisini er byrja aftur.

Øll børn við tilknýti til Føroyar og føroyska málið eru meir enn vælkomin.

Frálæran er hósdagar kl. 16.30 – 19.00.

Vit gleða okkum at síggja tykkum í Føroyahúsinum.