Lesiringur: Lisbeth Nebelong “Tá einglar spæla Mozart”

Mánakvøldið 13.09.21 kl. 19.00 – 21.00 byrjar lesiringur í Føroyahúsinum, har vit lesa bókmentir, ið hava tilknýti til Føroyar. Vit hittast fýra mánakvøld pr. bók, har vit tosa um tey kapittul, vit hava lisið. Eftir bókin er lisin, verður fyrilestur/framløga, har høvundin kemur at greiða frá lisna verkinum.

Til hesi rithøvundatiltøk eru onnur áhugaði sjálvsagt eisini vælkomin.Vit byrja við bókini, “Tá ið einglar spæla Mozart” eftir Lisbeth Nebelong. Til ber eisini at lesa bókina á donskum.

Føroyska útgávan fæst til keyps í Føroyahúsinum fyri einans 150kr. Danska útgávan fæst til keyps í donsku bókasølunum. Um tú ynskir at vera við í lesiringinum, send t-post til Info@fohus.dk. Merk postin, Lesiringur.

Tiltakið er ókeypis og skrá yvir bøkurnar, vit lesa og tíðirnar, nær høvundanir vitja, verður nærri kunngjørt í næstum, eins dato fyri lesiringin verða kunngjørd á kalendaranum á heimasíðu okkara, fohus.dk.

Um “Tá ið einglar spæla Mozart” og hví skaldsøgan nú er á føroyskum:
Tá ið einglar spæla Mozaart, ið fer fram í Føroyum er síðan hon kom út á fyrsta sinni i 2003 vorðin alsamt meir aktuell, og er tí týdd til føroyskt og givin út á Sprotanum.Skaldsøgan, ið fer fram í Føroyum í ár 2000 – við afturlitum aftur í 1970´ini – er ein lýsing av lívsavgerandi menningini hjá einari nútímans kvinnu. Søgan um kærleikan millum Lisu, dóttir ríkisumboðsmannin, og Kára, ið spælir cello, er eisini ein søga um ein tvítýddan samanbrest millum danska og føroyska mentan. Um viðurskiftini fyrr og nú og um leið føroyinga ávegis til sjálvstýri.

Lisbeth hevur i september hildið skeið um skaldsøguna fyri lærarum á Glasi. Har hevur hon millum annað lýst, hvussu tað ber til at lesa skaldsøguna bæði sum eitt ‘ævintyr’ um menningina hjá einari kvinnu og sum eina frásøgn um føroyskan samleika og sjálvsfatan.

Um høvundan:

Lisbeth Nebelong búði trý ár í Havn sum barn og ung. Hon er útbúgvin journalist & Master of Public Management og hevur, síðani sína fyrstu skaldsøgu, skrivað tvær skaldsøgur aftrat, ið saman við ”Tá ið einglar spæla Mozart” eru givnar út í sama bindi undir heitinum ”Færø Blues Trilogien”. Í løtuni arbeiðir hon við einum stuttsøgusavni, ið fer fram í Føroyum, Íslandi og á Lofoten. Umframt fagrar bókmentir skrivar hon ferðabókina ”Turen går til Færøerne”.