22 umsóknir vóru til starvið um at gerast leiðari í Føroyahúsinum. Umsóknirnar vóru bæði frá føroyingum og dønum.
Sissal Kampmann er sett sum nýggjur leiðari í húsinum og tekur við starvinum 1. august 2019.
Fyrstu tveir mánaðarnar av starvstíðini fer hon at arbeiða saman við fráfarandi leiðara, Hans Petur í Brekkunum, sum hevur røkt starvið í 12 ár.
Sissal Kampmann er útbúgvin cand.mag. í Norðurlendskum Bókmentum og Máli av lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hon hevur verið virkin á føroyska mentanarpallinum í mong ár.
Vit kenna Sissal Kampmann frá m.a. mentanarsendingum í Kringvarp Føroya, eisini hevur hon rikið eina mentanar- og tónleikacafé í Vestmanna, og júst hetta vikuskiftið fyriskipar hon skránna í fjósinum á G! Festivalinum.
Vit eru sera fegin um at hava sett Sissal Kampmann í starv sum leiðari í Føroyahúsinum og bjóða henni vælkomin.