ÓLAVSØKUHALD Í FØROYAHÚSINUM 28.07.22

Vit gleða okkum at síggja tykkum til eitt megnar ólavsøkuhald 28.07.22, har vit byrja við guðstænastu kl. 14.00 í Mariukirkjuni á Istedgade.

Føroyski presturin í Keypmannahavn, Borgny Brunings-Hansen prædikar.

Ólavsøkurøðuna heldur Lisbeth Nebelong, rithøvundi.

Dansin frá kl. 22.00 – 00.00 standa Mikkel og Anders fyri.

Vit fara upp á gólv, syngja felagssang og konsert verður við Leu Kampmann.

Smyrjibreyð við føroyskum viðskera, vaflur, góðar, kaldar føroyskar drekkivørur og sjálvsagt eisini kaffi og te verður til keyps.

IceFood luttekur við fjølbroyttum vørubási við alskyns gómagóðum og borgarstjórarøðan við Heðini Mortensen verður stroymd.

10 framúr góðir vinningar verða á lutaseðli, m.a. gávubrøv frá Atlantic Airways, Smyril Line, Norðfra, øl frá Føroya Bjór, IceFood v.m.

Eisini verður kappróðurin stroymdur á stórskíggja, eins og okkurt verður til børnini.

Forkunnuga myndlistaframsýningin við listaverkum eftir Bruno Mikael Eysturstein verður eisini at síggja í húsinum henda dagin.

Fullfíggjaða skráin fyri ólavsøkuhaldið verður kunngjørd í næstum á heimasíðu okkara www.fohus.dk, á facebooksíðu okkara, umframt at tíðindabræv við skránni verður sent tykkum.

Bestu heilsur,Føroyahúsið