Kom á Pub Kviss í Føroyahúsinum!
Mikukvøldið 25. mai kl 21.00 verður Pub Kviss, sum royndi verturin, Alice Simonsen stendur fyri.
Sum altíð, er tað hugnaligt og spennandi at kappast til Pub Quiz.
Kappast verður í bólkum, og vinnarabólkarnir fáa leskiligan vinning frá barrini.
18 ára aldursmark og ókeypis atgongd.
Húsið letur upp kl 20.00.
Vertur: Alice Simonsen