RÆSTKJØTAVEITSLAN 2. JÓLAKVØLD

Góðu tit øll,Vit vita, tit eru fleiri, og vit við, ið síggja fram til og gleða tykkum til eitt av okkara siðbundnu merkistiltøkum í Føroyahúsinum, nevniliga ræstkjøtaveitsluna 2. jólakvøld.

Kjøtið er til reiðar at bíleggja, starvsfólk eru funnin osfr., men orsaka koronustøðuna hava vit valt at bíða vit við at seta atgongumerkini til sølu til aðru viku í desember, tá vit vita meir nágreiniliga, hvussu framtíðin sær út í mun til tilmæli í samband við Covid-19.

Um tað ikki ber til at halda annað jólakvøld sum vanligt var, verður veitslan útsett til fyrst í komandi ári ella verður skipað fyri øðrum ræstkjøtatiltøkum, ið fylgja kravdu tilmælum og koronustøðuni, ið tá eru galdandi.

Vit vóna tað besta, og eru sjálvsagt sera hørm um hesa óvissu.

Tit frætta meir, so skjótt, vit vita meir.