Filmur, kjak og tónleikur.
Mikukvøldið 11.05.22 kl. 19.00 bjóða polska sendistovan í Keypmannahavn og Føroyahúsið til áhgaverda filmssýning, kjak og tónleik í Føroyahúsinum, tá vit saman sýna filmin, Together in isolation, ið polski filmslekstjórin, Kuba Witek hevur gjørt eftir hann var “fangaðaur” í Føroyum undir afturlatingini í 2020.
Witek nýtti tó høvið til at skapað burturúr, og úrslitið var 34 minuttir langi filmurin, ið verður sýndur mikukvøldið.
Eisini hitta vit leikstjóran til eitt prát/kjak, eins Łukasz “Szatt” Pałkiewicz, ið hevur gjørt tónleik til filmin fer at framføra.
Tiltakið er ókeypis.
Matur verður til keyps á kvøldinum, eins barrin er opin.
Vit gleða okkum til at síggja tykkum mikukvøldið.