Hevur tú tørv á arbeiðshølum í samband við uppgávuskriving, bólkaarbeiði, fundi, lestri, verkætlan, gjøgnumgongd/venjing av framløgu, tónleiki, kórverki, sjónleiki ella líknandi, er Føroyahúsið ein møguleiki.Føroyahúsið er júst umvælt, og ein av høvuðsendamálunum við umvælingini var, at tað skulu vera rúm og umstøður til lesandi og onnur, ið arbeiðia við ymiskum verkætlanum v.m.
At húsið skal bjóða umstøður til skapan og djúphugsan, at húsið skal vera rúmsátt og fremja trivnað og menning. Tí er tú meir enn vælkomin at sita og arbeiða við øllum frá uppgávuskriving, framløgum, lesing, venjing av leiki, dansi, sangi e.l. í húsinum uttan kostnað.
Tú kann breiða tína skrivligu ella fysisku verkætlan út á stóra gólvið, ella hanga hana á veggin í stóru hølum okkara á loftinum, har whiteboard, klaver, lørift og uppvørpa er til taks. Á fyrsta sali er eisini køkur, tú/tit kunnu nýta um tørvur er á hesum.
Tú er eisini vælkomin at sita í kafeini í stovuhæddini, ið er opin allar gerandisdagar frá kl. 11.00 – 17.00 og arbeiða ella taka tær av løttum. Øll eru vælkomin í Føroyahúsið. – Ikki bert føroyingar.
Um tú hevur hug at nýta høli okkara í Føroyahusinum, er tú altíð vælkomin. Hevur tú spurningar, er tú vælkomin at senda ein t-post á info@fohus.dk ella ringja á 28353307.
GG: Hósdagar frá kl. 16.00 eru hølini á loftinum upptikin av føroyska móðurmálsskúlanum. Við millumbilum eru skeið í húsinum, og tá er hølið á fyrsta sali upptikið, men tá ber til at finna aðrar loysnir til teirra, ið hava tørv á hølum at arbeiða í í húsinum.
Lýst verður á heima- og facebooksíðu okkara, nær skeið eru.