Upplatingar kunning

Góðu føroyahúsvinir

Vegna væntandi loyvi frá mynduleikunum eftir umfatandi umvælingar, dregur út við upplatanini av Føroyahúsinum. Arbeitt verður av øllum alvi fram ímóti at fáa viðurskiftini í rætt lag, og vit vóna, at tit halda okkum seinkingarnar til góðar.

Lýst verður á facebook- og heimasíðu okkara, tá vit vita við vissu, nær húsið letur upp aftur.

Vinarliga,

Føroyahúsið