Frá Ólavs Kirkjuliði
Sunnudagin 24. mars V. U. Hammershaimb 200 ár. Guðstænasta kl. 10.30 í Lyderslev kirkju.
25. mars eru 200 ár liðin síðan V. U. Hammershaimb var borin í heim. Árini 1878 – 1897 var hann prestur í Lyderslev og í hesum sambandi hevur kirkjuliðið her bjóða til felagsguðstænastu sunnudagin 24. mars kl.10.30.
Sungnir vera bæði føroyskir og danskir sálmar. Eftir guðstænastuna verður ábit og frásøgn um Hammerhaimb. Eisini leggja vit krans á grøv hansara á Lyderslev kirkjugarði.
Bussur koyrir frá Vardegade 14, 2100 København Ø kl 9.00 og vit vænta at vera heima aftur umleið kl. 16.30. Kostnaður 150,- sum verður goldið kontant ella á mobilpay við fráferð.
Boða frá luttøku í seinasta lagi hósdagin 21. mars á bbh@km.dk ella 51 35 51 90.
Sjálvandi ber eisini til at koyra í egnum bili beinleiðis til kirkjuna, sum liggur á Lyderslev Bygade 10, 4660 Store Heddinge.
Gott hevði verið, um tit hóast tað boðaðu frá luttøku.