Vártiltak um skaldið Regin Dahl – sum menniskja og listafólk

Sunnudagin 31. mars kl 14:00 verður fyrilestur, um lívið og listarliga virksemið hjá Regini Dahl, í Hans Egede Kirke.

Um skaldið Regin Dahl
Regin Dahl endar í útlegd orsakað av seinna heimsbardaga. Útlegdin hevur formað hann sum menniskja og listafólk. Úr hesi útlegdini syngur Regin Dahl til okkara. Hann er sum rødd, ið rópar úr oyðimørkini. Úr útlegdini syngur hann harmasangir úr teirri felags fortíð, ið vit øll hava mist. Um tað samfelag, sum hann sjálvur varð rivin úr. Um hin horvna heimin, ið hann sum barn og ungur sá í brotum, men sum brádliga hvarv og ongantíð kom aftur. Samstundis eisini um kærleika, náttúru og lívsælu.

Fyrilestrarhaldari
Knút Háberg Eysturstein, f. 1980, er cand.mag. í tónleikafrøði og tónleikari. Tann 21. mars í ár kemur bók á marknaðin um Regin Dahl, sum Knút H. Eysturstein hevur skrivað. Tad er við útgangsstøði í hesi bók at Knút heldur fyrilesturin, sum fer at snúgva snýr seg um Regin Dahl sum tónaskald, og um hvussu útlegdin eyðkennir hansara verk.

Tónleikarar
Ernst Sondum Dalsgarð og Paula Danielsen syngja nøkur løg eftir Regini Dahl.

Skráin
14:00-14.30 Fyrilestur 1. partur v/ Knút H. Eysturstein
14:30-14:45 Tónleikur v/ Ernst S. Dalsgarð og Paulu Danielsen
14:45-15:15 Steðgur
15:15-15:45 Fyrilestur 2. partur v/ Knút H. Eysturstein
15:45-16:00 Tónleikur v/ Ernst S. Dalsgarð og Paulu Danielsen

Fyrilesturin verður hildin í Hans Egede Kirke, Vardegade 14, 2100 KbH Ø.

Ókeypis luttøka. Í steðginum verður ábit. Høvi er eisini at keypa drykkjuvørur.